Vinna

Vestmenningur og Skoraberg landa á Kósini

...

2014-09-19 13:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vestmenningur og Skoraberg, sum hava fiskað gulllaks, komu á Havnina í nátt, har teir skiftu trol, tí teir fara nú aftur á makrelveiðu.

Í morgun landa teir á Kósini, teir hava tilsamans uml. 130 tons av gulllaksi, sum er seldur til Tavuna í Leirvík, hagar veiðan verður koyrd við lastbilum.

Tá ið farið verður nýggjan túr fara teir á makrelveiðu norðanfyri.

Í gjár landaðu Stjørnan og Polarhav 120 tons av gulllaksi á Kósini, tað varð eisini selt til Tavuna í Leirvík.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder