JN

Vestmenningur og Skoraberg farnir á makrelveiðu

...

2014-07-27 14:44 Author image
placeholder

 Vestmenningur og Skoraberg, sum hava roynt eftir gulllaksi, eru nú farnir á makrelveiðu. Teir landaðu 160 tons av gulllaksi í Klaksvík fríggjadagin. Í gjár riggaðu teir til at fara á makrelveiðu og teir loystu av Vestmanna í gjárkvøldið.

Vestmenningur og Skoraberg skulu partrola, tað verður Atlantsfarið, sum skal taka ímóti veiðuni frá teimum.

Makrelskipini royna víða um í morgun, tey norðastu eru á 65,5N so liggja fleiri eisini á Rygginum - vestur ímóti markinum við Ísland.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder