2013-08-12 14:50
Gulllaksaskipini Vestmenningur og Fram landaðu í Kollafirði leygardagin, tilsamans høvdu teir 300.000 pund.
Teir hava hendan túrin roynt víða um, fyrst sunnast í føroyskum sjógvi so millum bankarnar og eisini norður úr Føroya Banka.
Teir fóru nýggjan túr í gjárkvøldið og ætlaðu at byrja túrin á Lúsabanka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald