Vinna

Vestmenningur og Fram gjørt góðan gulllaksatúr

...

2013-08-26 13:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vestmenningur og Fram sigla inn, teir verða á Klaksvík beint fyri middag. Teir hava gjørt góðan túr tilsamans hava teir uml. 550-túsund pund av gulllaksi. Vestmenningur og Fram hava roynt heilt suður ímóti ES-markinum. 

Har vóru ikki nógv skip, einasta føroyska skipið var línubáturin Sandshavið, beint hinumegin markið vóru tvey norsk línuskip, sum eru kend á Føroyagrunninum, men sum nú ikki sleppa at royna í føroyskum sjógvi, tey vóru Veststeinen og Frøyanes Senior. Eisini royndi onkur franskur trolari hinumegin markið, teir royndu eftir stinglaksi.

Hini føroysku gulllaksaskipini eru stødd vestanfyri og eystanfyri, tey eru Polarhav og Stjørnan og so Eysturbúgvin og Vesturbúgvin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder