JN

Vestmenningur og Fram fullfermdir av gulllaksi

...

2013-08-02 00:30 Author image
placeholder

 Vestmenningur og Fram sigla inn fullfermdir av gulllaksi, tilsamans hava teir uml. 550-túsund pund. Veiðan verður landað í Kollafirði, teir verða á Kollafirði kl. 23 í kvøld, men byrjað ikki at landa, fyrrenn til arbeiðstíð í morgin.

Vestmenningur og Fram hava roynt sunnanfyri, har hini gulllaksaskipini eisini royna, heilt suður ímóti ES-markinum.

Stjørnan og Polarhav skulu landa á Kósini í morgin, men  vit vita ikki hvat teir hava.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder