2013-09-12 02:47
Vestmenningur og Fram, sum tað seinastu tíðina hava fiskað makrel, eru nú givnir.
Í dag hava teir riggað til at fara aftur til gulllaksafiskiskap, teir hava tikið kassar umborð, is, proviant,olju og skift trol. Seint í kvøld loystu teir av Toftum og hava sett kós suðuryvir.
Hvussu verður við hinum gulllaksaskipunum Polarhav/Stjørnan og Vesturbúgvin/Eysturbúgvin vita vit ikki, tey pørini hava eisini verið til makrelfiskiskap.
Undanfarin ár hevur borið til at fiskað makrel langt inn í oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald