2013-11-06 04:46
Mentamálaráðharrin hevur sett ??lav Thomsen í starv sum skúlastjóra í Vestmanna skúla.
??lavur er útbúgvin lærari frá Ribe Statsseminarium í 2005, og hevur starvast á Felagsskúlanum á Oyrarbakka, til hann var settur sum varaskúlastjóri í Vestmanna skúla 1. aug. í ár.
??lavur tekur akademiútbúgving innan leiðslu og verður liðugur komandi ár.
??lavur er 38 ára gamal, giftur og búsitandi í Leirvík. Hann er instruktørur í felagnum Coast Zone, ið m.a. arbeiðir við "extrem sport" og "team building". Harumframt er hann virkin nevndarlimur í fótbóltsfelagnum Víkingi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald