2013-11-27 19:56
Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin 29. november '13 kl. 17.
Marjun í Kálvalíð, prestur, heldur røðu.
Vestmanna Hornorkestur, Vestmanna Sangkór, ung úr Missjónshúsinum og Vestmanna Kirkjukór luttaka.
Jólamenninir koma við pakka til børnini.
Aftaná haldið verða øll boðin til kakao og bollar á Staðnum.
Tá ið jólatræshaldið er liðugt umleið kl. 18, letur Jólasølan upp í handlinum hjá Niels hjá John. Eisini verður café í íbúðini. Opið verður til kl. 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald