Mentan

Vestmanna: Fyrsti sáttmálin um vetrarfriðing undirskrivaðu

...

2014-07-03 05:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vestmanna Kommuna skrivaði í gjár undir sáttmála um vetrarfriðing av parti av Vestmanna. Sáttmáli er undirskrivaður við Fjalshaga um vetrarfriðing, og kemur hann í gildi frá 15. mai 2014. 

Vestmanna Kommuna takkar Fjalshaga fyri sera góðar og gevandi samráðingar, ið rukku á mál við hesum sáttmála, ið báðir partar eru nøgdir við.

Samráðingar eru eisini við Neshaga og Heina á Heygum um at vetrarfriða teirra hagar. Vestmanna Kommuna vónar, at samráðingarnar kunnu vera lidnar áðrenn ársskiftið, so farast kann undir at vetrarfriða alt bygdina, og ikki bara Fjalshaga.

Samlaði kostnaðurin at vetrarfriða partin hjá Fjalshaga er kr. 578.000 og verður upphæddin goldin yvir 11 ár. Vestmanna Kommuna kemur eftir ætlan at seta pengar av á fíggjarætlanini fyri 2015, so arbeiði at hegna kann fara í gongd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder