2013-12-09 19:29
Forvitnisliga bókin við heitinum "Tá ið Sundaberg sakk" verður løgd fram í Vektarbúðini í Vestmanna mikukvøldið 11. desember 2013 kl. 21.00 .
Ein trivaligur partur í bókini er eisini um trolararn Jóannes Fonsdal, tí hetta er sami trolari, sum Vestemenningar keyptu í 1955 og høvdu heilt fram til 1965, tá teir mistu hann.
Heilt nógvar samrøður eru í bókini við vestmenningar, sum vóru við Jóannes Fonsdal.
Tað er Birgir Waag Høgnesen, sum hevur skrivað bókina, ið umrøður hendingina tá Sundaberg sakk 1972. Hann fylgir eisini trolaranum heilt frá bygging í 1952, til hann sakk í 1972.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald