2013-09-28 04:54
Vest Pack gjørdist ársins virki 2013.
Avgerðin varð almannakunngjørd á Vinnudegnum seinnapartin.
Í grundgevingini sigur dómsnevndin, at felagið, síðan verandi eigarar keyptu og løgdu Vestpack og Farpak saman í 2007, miðvíst hevur arbeitt við at betra rakstur og úrslit. Hetta hevur eisini eydnast til fulnar, hóast marknaðurin tíðum hevur verið heldur turbulentur, kortini er botnlinjan batnað munandi hesi árini.
??rslitini hava við sær, at ognar- og eginpeningsavkastið hjá felagnum er millum tey bestu í Føroyum, og tað hevur rós uppiborið, siga dómararnir.
Felagið leggur stóran dent á at røkka settum málum, og sjálvt um tey ikki tosa so nógv um tað í fyritøkuni, er tað hetta, sum skapar úrslitini, stendur á lesa í grundgevingunum fyri avgerðini.
Felagið er ført fyri at framleiða skjótt, tá ordrin hevur skund, og tað hevur eisini ført við sær, at tað hevur eydnast lufalsligu lítlu fyritøkuni úr Vestmanna at klára seg í hørðu kappingini við størri fyritøkur úttanlands.
- Tí eisini uttanlands byrja tey at fáa eyguni upp fyri fyritøkuni úr Vestmanna, og 20-25 prosent av søluni hjá Vest Pack er nú til kundar uttanlands, sigur dómsnevndin.
Dómsnevndin tekur soleiðis samanum:
- ??rslitini hjá Vest Pack kunnu tæna sum fyrimynd hjá okkum øllum: tað ber til at taka kappingina upp við útlendskar framleiðarar og klára seg væl. Eg eri tí fegin um at kunna ynskja Jóan Magnus Olsen og Áka Olsen frá Vest Pack tillukku við heiðrinum sum Ársins Virki 2013.
Kelda. portal.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald