Vinna

Verkseting av sjóvarfalsverkætlanini í Vestmannasundi í gongd aftur um miðjan oktober

...

2020-09-04 07:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

SEV:

Dagføring frá Minesto um sjóvarfalsverkætlanina

Minesto kunnger í dag, at felagið fer aftur undir verksetingina av sjóvarfalsverkætlanini í Vestmannasundi um miðjan oktober.

Sambært Dr Martin Edlund, forstjóra í Minesto, eru týðandi framstig gjørd, og týðandi úrslit eru fingin til vega av tí arbeiði, sum higartil er gjørt í Vestmannasundi.

"Vit hava fingið virðismikla vitan og dátur um ferðingina hjá drekanum, stýrisskipanardátur, og vit hava roynt og fingið váttað flutningin av elorkuni inn á land. Arbeiðið á sjónum við at sleipa og installera gekk eftir ætlan, og tað er sera gott."

Minesto hevur ætlanir um at seta DG100 sjóvarfalsdrekan út aftur í sundið um miðjan oktober og at fara undir at framleiða elorku inn á netið hjá SEV.

"Sum áður fráboðað, verður í løtuni arbeitt við at umvæla tjóðurskipanina, og hetta arbeiðið væntast at taka nakrar vikur afturat", sigur Martin Edlund.

Samstundis sum arbeitt hevur verið í Vestmannasundi, hevur Minesto gjørt mátingar av sjóvarfalsviðurskiftunum aðra staðni í Føroyum, við tí fyri eyga at finna hóskandi øki til møguliga størri verkætlan.

Les meira um sjóvarfalsverkætlanina

Sí film um verkætlanina

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder