2014-03-10 00:31
07 Vestur: Síðsti venjingardysturin, áðrenn kappingin byrjar er júst av, og okkara menn vístu veruliga tenn móti samansetta liðinum ÍA/Kára í dag. Eftir hálvleiksstøðuna 1-1, gjørdu vit bart og vunnu 4-2. Okkara mál skoraðu Petur, Jóanis, Torstein og Uni.
Byrjunaruppstillingin: Petur Meinhard Magnussen; Sigtór Petersen, Gunleif Olsen, Jákup G. Olsen, Petur G. Dalbø; Høgni E. Nielsen, Jovan Radinovic-Panic, Jákup Sveinbjørn Olsen, Ásmund Hansen, Sjúrður Ellefsen; Hørður Johansen.
Eyka (allir komu inn): Silas Eyðsteinsson, Janus S. Samuelsen, Beinir Guttesen, Hanus Nielsen, Jóanis á Steig, Gutti Guttesen, Sjúrður E. Petersen, Hørður Egilsson, Uni F. Nielsen, Torstein Mýlingstind.
Vit áttu allan dystin í dag, frá fyrsta bríkls, og skoraðu eisini rættiliga tíðliga. Íslendingar kontraðu móti endanum av hálvleikinum, og javnaðu eisini.
Eftir hálvleik komu vit afturum, men so kom gongd á málskjótingina, og vit skoraðu 3 til endaligu støðuna 4-2.
Nú er so bara eftir at bíða lítlu vikuna til vit takað móti NSÍ til ársins fyrsta landskappingardyst. Síggjast tá!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald