Ítróttur

Venjingardystur: Grundarfjørður - 07 Vestur 2-1

...

2014-03-09 02:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur: Fríggjadagin fór stóra ferðalagið til Íslands. Longu sama kvøldið var venjingardystur á skránni, móti Grundarfirði, sum leika í næstbestu deildini í Íslandi. Dysturin endaði 2-1. Íslendingarnir skoraðu tvey heldur óheppin mál seint í fyrra hálvleiki. Jovan skoraði okkara mál.


Byrjunaruppstillingin: Petur Meinhard Magnussen; Sigtór Petersen, Gunleif Olsen, Petur G. Dalbø, Torstein Mýlingstind; Høgni E. Nielsen, Jovan Radinovic-Panic, Jákup Sveinbjørn Olsen, Ásmund Hansen, Sjúrður Ellefsen; Hørður Johansen. 

Eyka (allir komu inn): Silas Eyðsteinsson, Janus S. Samuelsen, Beinir Guttesen, Hanus Nielsen, Jóanis á Steig, Gutti Guttesen, Sjúrður E. Petersen, Hørður Egilsson, Uni F. Nielsen, Jákup G. Joensen.

Okkara lið var betur fyri og vit høvdu bóltin nógv mest. Tíverri fingu íslendingar tvey sera óheppin mál, og vit vóru soleiðis aftanfyri beint fyri hálvleik.

Vit megnaða at svara aftur nokkso tíðliga í øðrum hálvleiki, men meira bleiv ikki.

Í morgin áðrenn kl. 11:30 spæla vit aftur. Tá verður tað móti einum samansettum liðið úr ÍA og Kára. Hetta liðið er nógv sterkari enn mótstøðan í gjár.

Sí eisini:
07 Vestur-ferðalagið sera væl móttikið í Akranesi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder