07Vestur.fo skrivar: Fyrsti venjingardysturin í ár er júst spældur. Vit vóru í Havn, har okkara menn møttu Giza/FC Hoyvík á Tórsvølli. Dysturin endaði málleysur, hóast vit høvdu alt spælið, og nakrar sera stórar møguleikar.
Byrjunaruppstillingin: Petur Meinhard Magnussen; Sigtór Petersen, Petur G. Dalbø, Ásmund Hansen, Høgni E. Nielsen; Gunleif Olsen, Jákup Sveinbjørn Olsen, Jovan Radinovic-Panic, Beinir Guttesen, Jóanis á Steig; Hørður Johansen.
Eyka (allir komu inn): Silas Eyðsteinsson (MV), Gutti Guttesen, Hanus Nielsen, Andrass Magnason Simonsen, Hørður Egilsson, Uni Falkvard Nielsen, Janus Samuelsen, Niels Mouritsen, Teitur Olsen.
Vant hevur verið 5 ferðir um vikuna síðan 4. januar, men nú fáa leikararnir vikuskifti og møta ikki aftur fyrr enn mánadagin.
Næsti venjingardystur verður mikudagin í Runavík móti NSÍ. Kappingin byrjar 15. mars á heimavølli á Dungasandi, eisini móti NSÍ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald