Seinnu árini hevur Landsverk regluliga skipað fyri venjingum í tunlum. Millum annað hava venjingar verið í Árnafjarðartunlinum, Leynatunlinum, Kollfjarðartunlinum og Norðskálatunlinum í sambandi við at gjørdar eru tilbúgvingarætlanir. Klokkan 18 í kvøld, hóskvøldið, fór venjing í gongd í Hvalbiartunlinum.
Tunnilsvenjingarnar eru í tráð við tilbúgvingarætlanina fyri Hvalbiartunnilin og Sandvíkartunnilin, ið Landsverk hevur gjørt í samstarvi við viðkomandi partar, sum í hesum føri eru Tvøroyrar Sløkkilið, Politiið og Ambulansatænastuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Landsverk hevur ábyrgdina av at skipa fyri eini felags venjing. Endamálið við venjingini er at royna deilplanirnar hjá teim ymisku pørtunum, áðrenn tilbúgvingarætlanin kemur í gildi. Somuleiðis hevur stovnurin ábyrgdina av at hava eina dagførda tilbúgvingarætlan og halda ein felags fund annaðhvørt ár, har tilbúgvingarætlanin verður eftirmett. Venjingar eru, tá partarnir meta, at tørvur er á tí.
Tilbúgvingarætlanin metir um tey óhapp, sum kunnu henda í tunlinum ella við tunnilsmunnarnar og tryggjar sær soleiðis, at teir partar, ið skulu gera eitt átak, hava nakrar fastar mannagongdir at halda seg til.
Treytin fyri einum væleydnaðum átaki er, at neyðug útgerð og manning við viðkomandi útbúgving er at seta inn, og at vant verður í teimum hendingum, ið kunnu stingast upp. Til dømis ferðsluóhapp, eldur ella aðrar hóttandi hendingar.
Venjingin verður løgd til rættis og eftirmett av einum óheftum skikkaðum bólki, sum verður settur av Landsverki.
??t frá úrslitinum av venjingini í kvøld (hóskvøldið), sum endar klokkan 20.30, ger bólkurin eina frágreiðing við møguligum uppskotum til broytingar í tilbúgvingarætlanini.
Kelda: Landsverk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald