
Lyngby BK er eitt av 12 feløgum í Danmark sum hevur A-licens, sum er hægsta kvalitetsstempul donsku feløgini kunnu ogna sær fyri sítt talentarbeiði.
Tað er tí í tráð við okkara ætlan um at tryggja høga góðsku, at vit hava fingið tveir venjarar úr danska elite umhvørvinum.
Talan er um Dan Brimsvík og Mads Kristensen, sum vera partur av dagliga venjaratoyminum. Dan Brimsvík kenna vit m.a. sum fyrrverandi høvuðsungdómsvenjara hjá B36. Dan hevur lokið A-venjaraútbúgving hjá FSF.
Um Mads Kristensen, sigur Dan soleiðis: Talan er um ein dugnaligan venjara, sum hevur verið partur av Lyngby BK í skjótt 3 ár. Hetta er ein venjari sum man í felagnum væntar sær nógv av. Tað er einki at ivast í, at tað er ein fongur fyri fótbóltsskúlan at fáa hann til Føroya.
??tyvir at vera ein partur av dagliga venjaratoyminum, so hevur Dan eisini ítróttarliga ábyrgd av innihaldinum á fótbóltsskúlanum.
Um innihaldið sigur hann soleiðis: Kvalitetur hevur verið avgerandi fyri okkum. Vit brendu fyri at skapa ein fótbóltsskúla, har talið av luttakarum og venjarum loyvdi okkum at arbeiða við detaljunum, og at skipa venjingarnar nágreiniliga eftir tørvinum hjá einkulta leikaranum. Tìskil hevur málsetningurin eisini verið at fáa dugnaligar venjarar til skúlan, og tann málsetning hava vit nátt.
Tað er avmarka pláss av luttakarum (20), ið sleppa at royna seg á fótbóltsskúlanum, ið verður fyri U14 og U16.
Í aldursbólkinum U14 eru bert tvey tøk pláss eftir, meðan undir helvtin av plássinum eru tøk í U16.
Tilmelding fer fram á:http://b36.klubmodul.fo/cms/EventOverview.aspx.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald