Lýsing

VEKS - avloysarar vár/summarið 2017

...

2017-04-03 10:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv innan eldraøkið ímillum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.

Søkt verður eftir avloysarum fyri røktarstarvsfólk (sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar ella onnur við áhuga) á Mørkini í Streymnesi í fylgjandi tíðarskeiðum:

· 1. apríl - 31. august 2017

· 26. juni ??? 27. august 2017

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og vikuskiftum.

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.

Upplýsingar

Nærri upplýsingar um starvsinnihald fáast við at venda sær til:

· Poulu Reinert-Petersen, leiðara í VEKS eystur, tlf. 793251

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til

[email protected]

ella til

Heimatænastan í VEKS

Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna

Við frámerkinum ???Avloysarar ??? Mørkin 2017???.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder