Politikkur

Veiðigjaldið skal fylgja umstøðunum í fiskiskapinum

...

2021-04-14 06:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

- Vónandi verður semja um, at hetta er leisturin, ið verður nýttur framyvir.

Tað sigur Jørgen Niclasen, nú uppskotið um veiðigjøld er farið niðan í Tingið.

Í stuttum er uppskotið tað, at veiðigjøldini fylgja gongdini í fiskaprísinum.

Uppskotið leggur upp til eina trygga skipan, har veiðigjaldið verður lagt í eina fasta legu.

Fiskasløgini, ið skulu rinda veiðigjald eru makrelur, norðhavssild, svartkjaftur og botnfiskur í Barentshavinum og við Svalbard.

Fyri makrel fer veiðigjaldi at liggja millum 17.5 og 21.5%. Fyri svartkjaft millum 11 og 17% og fyri norðhavssild millum 15.5 og 19%. Veiðigjaldið fyri botnfisk í Barentshavinum og við Svalbard, fer at liggja millum 2.5 og 5%.

- Uppskotið er nú farið niðan til Løgtingið at taka støðu til og vónin er framvegis, at ein breið semja fæst um veiðgjøldini, sigur Jørgen Niclasen.

Uppskotið kann lesast her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder