2014-10-06 02:48
Sóljan leikti í dag sín fyrsta dyst í bestu deildini hjá kvinnum, tær vóru á vitjan í Vági. VB gav teimum ein ordans umgang, VB vann 34-10, hálvleikstøðan var 15-8.
Suðurras skrivar:
Í byrjanini av dystinum var ikki tann stóri munur á liðunum, og Sóljan fylgdi væl við. Tó var VB frammanfyri alla tíðina við 2-3 málum. Tá umleið 20 min vóru leiktir, var støðan 10-7 til VB. Men so var liðugt hjá Sóljuni. Teir næstu 40 min fekk Sóljan 3 mál, meðan VB fekk 24. Talan var um klassamun á liðunum, og VB rann snøgt sagt Sóljuna umkoll. Skjótálopini skolaðu oman ímóti málinum hjá Sóljuni, og um ikki málverjin hjá Sóljuni stóð so væl í málinum, fekk VB ivaleyst omanfyri 40 mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald