JN

Vatnnýtslan í Vága kommunu er størri enn vanligt

...

2019-02-04 15:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vatnnýtslan úr reinsiverkinum í Miðvági hevur seinastu tíðina verið um 1.800 tons um døgnið.

Hetta er tvær reisur so nógv, sum vanligt.

Orsøkirnar kunna vera:

  • Ein ella fleiri vatnlekar

  • At borgarar lata vatnið renna, meðan frost er, fyri at sleppa undan frostspreingingum.

Vit fara tí hervið at heita á borgarar um at siga frá á tlf. 794479 um teir vera varugir við vatnleka.

Eisini verður heitt á fólk, um ikki at lata vatn renna óneyðugt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder