2013-08-20 17:43
VERK??TLAN: Týsdagin klokkan 13.00 verður skipað fyri móttøku á vaskarínum á Landssjúkrahúsinum, sum nú er liðugt umvælt og útbygt.
Eftir eina umfatandi umvæling og útbygging eru umstøðurnar á vaskarínum á Landssjúkrahúsinum nú vorðnar munandi betri.
Sjálv nýtímansgerðingin og umvælingin hevur kostað 12 mió. krónur, meðan aðrar 8,5 mió. krónur eru nýttar til at keypa og seta upp nýggja útgerð.
Í sambandi við, at arbeiðið er um at vera liðugt, verður í morgin skipað fyri móttøku á vaskarínum, har Sigurð ??. Vang, sjúkrahússtjóri, og Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fara at siga nøkur orð, eins og greitt verður frá arbeiðinum.
Eftir hetta verður rundvísing, har høvi verður at síggja nýggju umstøðurnar á vaskarínum.
Verkætlanin hevur kravt sera neyva planlegging, tí vaskaríið hevur verið virkið so at siga alla tíðina, meðan arbeiðið er farið fram.
Fakta
Arbeiðsánari: Heilsumálaráðið
Byggiharri: Landsverk
Ráðgevar: KJ-Elráð, el-ráðgeving, PB Consult, HVS ráðgeving, HMP Consult, ráðgeving í konstruktiónum, MAP Arkitektar, arkitektar og prosjekteringsleiðsla
Arbeiðstakarar:
Jørarbeiði: Andrias Berg
Elementveiting: TG Verk
Timburarbeiði: Húsavøratænastan
HVS: Demich
El: EL.FO
Hotøkur: Betongsaging
Fasaduarbeiði: Aluplast
Umbyggingin er partur av samlaðu játtanini til Landssjúkrahúsið á 489,3 mió. kr., tað skrivar lv.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald