JN

VARSK??! N?? GEVA TEIR F??ROYSKU MATMENTANINI M??NUSTINGIN!

...

2014-02-10 01:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mortan í Hamrabyrgi skrivar á Facebook:

Teir sita í hesum døgum, í tí dulda, í skrivstovum í Havnini, og forsegla lóggávuna, ið fer at seta so nógvar forðingar fyri at ræsa og turka í Føroyum sum vit kenna tað í vinnuligum høpi, at hetta fer at gerast endin á hornasteininum í føroysku matmentanini, - tað ræsta!

Eingin hevur biðið um hesa lóggávu, eingin hevur ynskt hana. Eingin tørvur er á henni. Tvørturímóti hava stórt sæð allir partar í matmentarliga heiminum í og uttan fyri Føroyar víst á vandanum við at seta slíkar forðingar um føroyska matstovuvinna og føroysk ferðamannavinna skal menna seg og hava nakað serføroyskt at bjóða fram og standa seg í kappingini við grannatjóðirnar.

Men arrogansan hjá Johan Dahl og Bárði Enni er intakt.

Einki rínir við.

Tí fari eg við hesum at heita á allar borgarar um at venda sær til sítt løgtingsfólk at steðga ætlanirnar sum hesir báðir ætla at fremja við matvørulóggávuni.

Mortan í Hamrabyrgi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder