Politikkur

Varpa ljós á samstarvsmøguleikar á heilsuøkinum

...

2014-01-20 19:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrrapartin hava heilsumálaráðharrarnir úr Ísland, Grønland og Føroyum umrøtt møguleikan fyri betri samstarvi um sjúkraflutning. Eisini føroyska talgilda heilsuskipanin hevði stóran áhuga á fundinum.

----

Í dag og í morgin verður árligi fundur millum heilsumálaráðharrarnar í útnorðri hildin í Tórshavn. Fyrrapartin skiftu Karsten Hansen, Sten Lynge og Kristján ??ór Júlíusson orð um talgilda heilsuskipan og um flutning av sjúklingum, sum hava tørv á viðger uttanlands.

Stórur áhugi er í Íslandi og Grønlandi fyri góðu royndunum við føroysku talgildu heilsuskipanini. Stóri fyrimunurin í Føroyum er, at vit hava eina og somu talgilda skipan á øllum sjúkrahúsunum og hjá kommunulæknum. Tað ger, at heilsustarvsfólk altíð hava atgongd til eina dagførda sjúkrajournal uttan mun til hvar í landinum tú ert og kunnu byrja eina møguliga viðger á røttum grundarlagi beinanveg. Hesin fyrimunur finst ikki í okkara grannalondum.

Eisini umrøddu heilsumálaráðharrarnir møguleikan fyri størri samstarvi um flutning av sjúklingum. Ísland hevur seinnu árini styrkt sjúkraflutningin við flogfari og eru sinnað, at veita bæði føroyingum og grønlendingum hesa tænastu. Felags áhugi var serliga fyri flutningi í sambandi við akuttar tilburðir, tá sjúklingur hevur tørv á hjálp skjótast gjørligt. Í slíkum støðum kann stutta fjarstøðan til Íslands vera ein týðandi fyrimunur.

Seinnapartin verður m.a. fundur við tinglimir í ??tnorðurráðnum og vitjan á Landssjúkrahúsinum.

Hetta er fyrstu ferð, at árligi fundurin millum heilsumálaráðharrar í ??tnorðri verður hildin í Føroyum. Fundurin er tann triði av sínum slag. Grønland var vertur fyri fyrsta regluliga fundinum millum heilsumálaráðharrarnar í útnorðri í 2012. Í 2013 var Ísland vertur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder