Vinna

Várgróðurin svíkur

...

2015-05-27 22:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eins og undanfarin ár fylgir Havstovan við, hvussu gróðurin er á Landgrunninum. Hvørja viku tekur Lívfiskastøðin í Skopun royndir í Skopunarfirði, sum Havstovan síðani kannar.

Gróðurin, plantuæti, er fyrsti liður í føðiketuni, og er harvið grundarlagið undir øllum lívi í sjónum. Av tí at plantuæti fær orkuna úr sólarljósinum, er næstan allur gróðurin í sjónum á okkara leiðum um várið og summarið. Men, nú mai er næstan liðugur, sæst enn lítil várgróður.

Ikki fyrr enn gróðurin er byrjaður, fer djóraæti av álvara at gýta. Fiskalarvur frá várinum eru smáar hesa ársins tíð, og klára tí einans at taka smátt djóraæti. Tá lítil várgróður er, er vandi fyri, at fiskalarvurnar ikki fáa nóg mikið av føði og at tilgongdin til fiskastovnarnar svíkur.

Til ber at fylgja gongdini í gróðurinum á Landgrunninum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder