Vinna

Varðin Pelagic og Pál Joensen gjørt stuðulssáttmála

...

2014-12-21 01:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Varðin Pelagic vil stuðla nærumhvørvinum og øllum Føroyum.


DSC06050

Í dag hevur Varðin Pelagic skrivað undir tveir stuðulssáttmálar. Ein við Pál Joensen og ein við Tvøroyrar Bóltfelag.


Pál Joensen er eitt av okkara størstu ítróttarnøvnum og hevur Pál heilt greið mál at verða nummar eitt í heiminum.

Avtalan, sum er gjørd við Pál, gongur heilt fram til OL í Rio í 2016.

Við avtaluni við Pál vil Varðin Pelagic bæði stuðla nærumhvørvinum í Suðuroynni, haðani Pál kemur og øllum Føroyum, sum Pál umboðar í kappingum.

DSC06074

Eisini varð høvuðsstuðulsavtalað gjørd við Tvøroyrar Bóltfelag. TB spældi seg í heyst upp aftur í bestu føroysku fótbóltsdeildina.

Avtalan er gjørd fyri eitt ár við møguleika at longja avtaluna.

Egil Olsen formaður í TB vísti á, at feløgini bæði hava somu mál. At verða fremst.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder