JN

Varðhaldsfongslaður í 3 vikur

...

2014-02-01 22:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ein 20 ára gamal maður varð í dag varðhaldsfongslaður í 3 vikur, skuldsettur fyri grovan harðskap móti einum javgamlum manni.

Hendingin fór fram í Havnini í gjárkvøldið umleið kl. 19:00.

Tann skuldsetti maðurin royndi fleiri ferðir at stinga órættaða við knívi, men tað eyðnaðist órættaða at koma undan, uttan nakran skaða.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder