2017-05-09 21:23

Maðurin sum fríggjakvøldið varð álopin í Havn, varð seymaður við fleiri enn 300 pentum.
Vit hava í kvøld tosað við mannin, hann sigur, at hann eftir umstøðunum hevur tað hampuligt, men nervarnar til vinstru hond eru av og eisini eru nervar í høgru hond skaddar.
Tað var í tøkum tíma, at hann kom undir læknahond, tí hann hevði mist so nógv blóð, eftir øll snittini hann hevði fingið í kroppin, bæði við øks og við knívi.
Maðurin sigur í kvøld, at hann hugsaði at sín síðsti tími var komin, tá ið hann sá øksina sveiggja, men tíbetur kom hjálp til, so at hann kom undir læknahond í tøkum tíma - læknarnir arbeiddu í 4 tímar uppá hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald