IN.FO skrivar: Ein ferðsluvanlukka í Oyndarfirði í morgun hevur kravt mannalív
Nakað síðani, beint fyri klokkan 10, fekk løgreglan boð um, at spor eftir bili vóru í haganum frá vegnum, oman ímóti Rættargjógv og har vóru eisini billutir at finna á strekkinum frá vegnum, oman ímóti gjónni.
Tí varð mett, at ein bilur var farin í gjónna og alt apparatið varð sett ígongd.
Bjargingarfólk, froskmenn og bjargingarbáturin, Ziska, vórðu alt boðsend.
Løgreglan sigur, at ein bilur er funnin í gjónni og tá ið froskmenn fóru at leita, funnu teir líkið av einum manni á sjónum.
Hann er fyrst í tjúgunum, sigur løgreglan.
Ein annar maður um sama aldur er eisini saknaður, men løgreglan veit ikki við vissu um hann var við bilinum.
Men arbeitt verður út frá tí, at hann var í bilinum og sostatt verður framvegis leitað á staðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald