JN

Vandamikið øl spæl á Facebook

...

2014-02-25 15:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
???Neknominations???, ið er eitt online drekkispæl, kann hava stórar fylgjur fyri ungdóm heldur Jóngerð Nielsen. Hon er bangin fyri, at nógv ung kenna sosialt trýst frá Facebook vinum til at taka lut í spælinum, sum hevur í útlandinum leitt til fleiri deyðsføll.

???Neknominations??? er eitt sokallað drekkispæl á Facebook, ið er sera væl umtókt millum ung kring allan heimin. Spælið byrjaði við, at ein persónur filmaði seg sjálvan, ímeðan hann drakk ein hálvan litur av øl í einum, og síðani útvaldi tveir aðrar persónar at gera tað sama. Tann útvaldi skal gjøgnumføra avbjóðingina innan 24 tímar, og ølin skal drekkast skjótast gjørligt. Um ein ikki klárar hetta, so skildar ein tí persóninum, ið útvaldi teg, ein kassa av øl.

Jóngerð Nielsen, fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi, sigur seg vera sera keddan av hesum nýggja ???trendinum???, serliga tí at tey ungu kunnu uppliva stórt sosialt trýst tá tey soleiðis alment verða útvald.

Av tí at spælið er á einum almennum miðili sum Facebook, so síggja allir Facebook vinirnir hjá tí, ið leggur eitt video út, hvønn viðkomandi hevur útvalt. Tey flestu ungu ganga sera høgt upp í hvussu nógva viðmerkinga og teirra Facebook boð. Um tey ikki velja at taka av avbjóðingini, so kann tað jú hava við sær, at dáma teirra boð á Facebook, ella at tey blíva happaði fyri ikki at tora.

- Tað, at tey ungu dáma væl at fáa nógvar viðmerkingar og "like???s??? kann eisini uppmuntra tey, ið at taka lut í hesum spælinum, tí tey fáa uppmerksomheit um tey taka av avbjóðingini og leggja eina filmsupptøku út???, sigur Jóngerð Nielsen. Eisini sigur hon, at "tað er ein vandi fyri, at ung, ið ikki drekka ella hava hug til at drekka, taka av avbjóðingini fyri ikki at verða hildin uttanfyri.

Spælið hevur útviklað seg í útlandinum til at vera lívshættisligt. Í Onglandi hava fleiri ungdóms deyðsføll verið sett í samband við spæli. Tað vit síggja í útlandinum er ein kapping um at vera eitt sindur betri enn tann, ið útvaldi teg, so ístaðin fyri at drekka øl, so vera sterkari drykkir nýttir, m.a. brennivín. Ella ístaðin fyri bara at sita við eitt borð og drekka, so ger ein okkurt avbjóðandi, m.a. lat ein ung genta í Bretlandi seg úr klæðunum í eini handilsmiðstøð og drakk síðani hendan hálva liturin av rúsdrekka.

- Tað er ein vandi fyri, at hetta sama byrjar at síggjast í Føroyum, og tí viðmælir Jónfríð øllum at rópa varskó. Um tú hevur børn, ommu/abbabørn ella umgongst ungdóm, sig so teimum frá vandanum av einum tílíkum spælið sigur Jónfríð.

Uttanlands eru fólk komin við einum mótspæli til hetta rákið við at gera tilvildarligar vælgerðir ímóti øðrum, ið tey filma, leggja út, og útvelja síðani vinir at gera tað sama. Hetta hevur fingið fleiri ymisk heitir, men Raknomination (random acts of kindness) sær út til at vera mest brúkt.

Ein Facebook síða er stovnað til hetta endamálið, og á henni kanst tú síggja fleiri filmar, ið eru lagdir út. Facebook síðan kann síggjast her!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder