Politikkur

Valstøðini mugu gerast størri

...

2014-09-09 13:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Valstøðini til løgtings- og fólkatingsval eru í nógvum førum so smá, at tað ber næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu. ???Hetta er ikki nøktandi,??? sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, sum enn einaferð reisir málið á løgtingi.

Á tingfundinum mikudagin fer Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, at seta Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, ein munnligan fyrispurning um støddina á valstøðunum, ið verða nýtt til løgtings- og fólkatingsval.

Helgi Abrahamsen hevur fyrr reist spurningin, um landsstýrið ætlar at broyta markið fyri minstu stødd á valstøðum, og hvussu nógvir veljarar landsstýrið heldur vera hóskandi sum minsta mark fyri eitt valstað. Nú spyr løgtingsmaðurin fyri Sambandsflokkin, um landsstýriskvinnan ætlar at gera nakað við hetta málið áðrenn komandi løgtings- og fólkatingsval, sum verða í seinasta lagið um eitt ár. Helgi Abrahamsen vil eisini hava at vita, um landsstýrið hevur arbeitt við tankanum um at broyta valskipanina soleiðis, at atkvøðurnar á teimum minstu valstøðunum kunnu verða taldar saman við einum størri valstaði.

Tora ikki at velja eftir síni sannføring

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Helgi Abrahamsen á, at dømi eru um fólk, sum ikki tora at atkvøða eftir síni bestu sannføring, tí tann sum hevði væntað sær atkvøðuna, kann lættliga rokna út, hvør veljarin er, sum hevur vent honum bakið.

???Hetta er ikki nøktandi og er sera óheppið fyri demokratiið á smáplássunum??? sigur Helgi Abrahamsen. Hann vísir á, at einmeginregla í vallógini er, at valið skal vera loyniligt. Millum annað verður sagt í lógini, at atkvøðurúmini skulu vera soleiðis háttað, at ongin skal hava møguleika fyri uttanífrá at síggja, hvussu atkvøtt verður, og atkvøðukassarnir skulu vera læstir, meðan atkvøðugreiðslan fer fram. ???Men kortini hava vit so smá valstøð, at til ber at rokna seg fram til, hvussu tann einstaki veljarin hevur atkvøtt,??? sigur Helgi Abrahamsen.

Munnligir fyrispurningar standa á skrá fyri tingfundin í morgin.

Helgi Abrahamsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder