2017-04-28 17:16

Nýggi eigarin av Vallarheiminum á Giljanesi - Kristian Johansen - hevur høvuðsumvælt bygningin innan.
Í tí sambandi er opið hús í morgin t.v.s. leygardagin frá kl. 14 og úteftir, soleiðis at fólk kunnu koma inn á gólvið at hyggja eftir bygninginum.
Vit vóru á vallarheiminum nú í kvøld, har vit tóku nakrar myndir - ásannast má at umstøðurnar nú eru góðar.
Kristian er sera spentur til summarið, hann sigur, at tað eru nógvar bíleggingar hefrá og út til heystið.
Viðari sigur Kristian, at nú er eftir, at alt uttan fær eina góða hond.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald