FIF.fo skrivar: Tað er ikki bara í Føroyum, at tjóðarmeistaraskap hevur verið hildið um vikuskiftið. Eisini í Danmark varð bæði leygar- og sunnudagin kappast um DM í øllum greinum innan frælsan ítrótt. Og sunnudagin var føroysk luttøka á 5.000 m, har Valborg Heinesen stóð klár á startinum. Valborg er annars í tungari venjing fram móti maraton í september, men hetta var sum so bara eitt lítið síðuspring frá dagligu venjingini.
Men á degnum gekk heilt ótrúliga væl hjá Valborg. Simone Glad úr Odensen rann sum væntað avstað beinanvegin, og Valborg legði seg at byrja við á fimta pláss saman við trimum øðrum. Vanlig venjing hevði verið leygardagin, og tá kendust beinini tung. Men hendan dagin kendust beinini frísk og tá spjaðing kom í, fekk Valborg lagt seg aftanfyri Matilde Hegnsgaard, sum helt javna ferð á øðrum plássi. Eina ferð sum passaði sum fótur í hosu hjá Valborg. Tær báðar fingu skjótt eitt hol, og harvið beinleiðis kapping um DM-silvur. Soleiðis gekk til 600 m vóru eftir. Valborg kendi eitt ávíst yvirskot, og var byrjað at lukta silvur.
So tá 600 m vóru eftir rykti Valborg kraftiga framvið, og fekk eitt fitt hol beinanvegin. Tað sá út, sum hevði Matilde fingið mønustingin, men 600 metrar kunnu vera langir, og móti endanum tók Matilde aftur dik á seg, og pressaði harðliga oman móti málinum. Valborg megnaði akkurát at standa móti trýstinum, og kom á mál 62/100 sekund frammanfyri og vann eitt flott DM-silvurmerki.
Samstundis gjørdist talan um nýtt føroyskt met. Sjey sekund fekk Valborg skorið av metinum, sum Bjørk Herup Olsen setti í kapping í Princeton í apríl 2012, tá hon rann teir 5.000 m uppá 17.37,04. Tíðin hjá Valborg gjørdist 17.30,22 min.
Fræslur Ítróttur Føroya ynskir Valborg hjartaliga tillukku við metinum og við silvurmerkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald