Byggisamtyktin fyri havnarlagið á norðaru og sunnaru síðu við Vágs Havn er nú broytt, soleiðis at økið á sunnaru síðu er víðkað bæði vestanfyri og eystanfyri grótkastið.
Samstundis er gjørd verkætlan við útgerðarhavn á sunnara landi.
Verkætlanin við útgerðarhavn fevnir um 300 m. av nýggjum keikanti, harav 100 m. eru úteftir grótkastinum og 200 m. eru vestur frá horninum við grótkastið. Dýpi við keikantin er frá 7,5 m. til 15,0 m.
Umframt nýggjan keikant, so fevnir verkætlanin eisini um eitt stórt havnarøkið á sunnara landi, 18.000 fermetrar til víddar. Havnarøkið verður tøkt til innandura og uttandura goymslu, umsitingarbygning og annað.
Vágs Havn ??? stytsta leið til dygdargóðar tænastur
Vágs Havn er stytsta leið til økini, har leitað verður eftir olju á føroyska landgrunninum. Fjarstøðan frá Vágs Havn til t.d. Brugduna II eru einans 54 fjórðingar.
Vágs Havn er eisini næsta havn til stóru oljuøkini bretsku megin markið við Hetland. Fjarstøðan til áhugaverda olju- og gassøkið Rose Bank er bert 96 fjórðingar, meðan tað eru 126 fjórðingar frá Lerwich til Rose Bank. Somu viðurskifti eru galdandi fyri olju-økið Cambo, har tað bert eru góðir 84 fjórðingar til Vágs Havn, meðan fjarstøðan til Lerwich er 125 fjórðingar.
Bjóða Vágs Havn fram sum oljuhavn!
Vágs kommuna hevur seinasta árið arbeitt miðvíst við at bjóða Vágs Havn fram sum oljuhavn. Nú byggisamtyktin er broytt og verkætlan er gjørd um útgerðarhavn, eru næstu stigini tikin í hesum miðvísa arbeiði, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.
Niðanfyri er kykmynd av verkætlanini við útgerðarhavn við Vágs Havn
https://www.youtube.com/watch?v=o7yVE2xfLr0#t=26
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald