Vágatunnilin
??rslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2014 gjørdist eitt avlop á 4,5 mió. kr. áðrenn skatt, sum er 2,3 mió.kr. verri enn árið fyri, tá avlopið var 6,8 mió. kr. Umsetningurin var 18,9 mió. kr. í 2014 og 21,1 mió. kr. í 2013. Í Vágatunlinum koyrdu 666.457 akfør gjøgnum tunnilin, 46.385 fleiri enn í 2013, ein vøkstur á 7,5%. Hetta svarar til, at tað koyrdu 1.824 akfør í miðal um samdøgrið.
Gongdin í Vágatunlinum, og tey úrslit sum hava verið undanfarin ár, hava verið so mikið góð, at nevndin á aðalfundinum kunnaði landsstýrismannin Jørgen Niclasen, at tunnilin verður latin landinum eitt ár fyrr enn upprunaliga ætlað. Tað merkir at tunnilin verður latin í desember 2016.
Norðoyatunnilin
Ársúrslitið í P/F Norðoyatunlinum varð eitt avlop á kr. 1,2 mió. kr., sum er 1,5 mió. kr. lakari enn 2013, tá avlopið var 2,7 mió. kr. Umsetningurin var 23,4 mió. kr. í 2014 og 25,8 mió. kr. í 2013. Í Norðoyatunlinum koyrdu 843.645 akfør gjøgnum tunnilin, sum er ein vøkstur á 6,6% í mun til 2013, tá 791.604 akfør gjørdu nýtslu av tunlinum. Ferðslan hevur í 2014 verið í miðal 2.310 akfør/samdøgur í mun til 2.169 akfør/samdøgur í 2013.
Miðalprísurin, sum hvørt akfar hevur goldið í 2014, var kr. 55,30 (kr. 27,65 hvønn vegin) í Norðoyatunlinum og kr. 56,76 (kr. 28,38 hvønn vegin) í Vágatunlinum. Nevndirnar viðgera við jøvnum millumbili, um grundarlag er fyri at broyta prísirnar.
Nevndirnar afturvaldar
Á aðalfundinum vóru nevndirnar afturvaldar. Í nevndini fyri Norðoyatunnilin sita Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer og Johanna á Bergi. Nevndin skipaði seg við við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Hera M. Hammer sum næstformanni.
Í nevndini fyri Vágatunnilin sita Jens Kári Vilhelm, Dánjal T. Thomsen, Mathea Hilduberg og Marita Hentze. Nevndin skipaði seg við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Dánjal T. Thomsen sum næstformanni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald