P/F Fossá í Sandavági við HálvdanGudmundsen á odda, hevur saman við P/F Varðin í Gøtu keypt norskafrystilínuskipið Brimøy.
Keypssátmáliðer undirskrivaður við norska felagið ErvikHavfiske, sjálvur keypsprísurin verður ikki upplýstur.
HálvdanGudmundsen sigur í samrøðu at leingi hevur verið ivast í hvat skuldi gerðast,og nú er so avgerð tikin um at útvega sær skip við frystiorku, so langfaraleiðirkunnu troytast betur, enn við bert ísfiskaútgerð umborð.
Skipiðkemur at fiska undir Føroyum, við Ísland og helst á øðrum fjarðleiðum so sumFlemmish Cap.
??tlandiskal Venus, sum er fyrrverandi ??yliner og Ekliptika, latast til Ervik Havfiskeí einum býtis- og keypsavtalu við Brimøy.
Reiðaríðieigur eisini línuskipini Havbúgvan og Reynsatind, og átti Thomas Nygaard sumbleiv upphøgdur í 2012.
Nýggjaskipið kemur at fiska íslandskvotuna hjá hesum 4 skipum, sum er íalt 760 tons.
Hvatverður gjørt við Havbúgvan og Reynsatind er enn ikki avgjørt.
Reiðaríðieigur eisini trolaran Vesturtúgva, sum partrolar við Grønanes.
Taðverður skiparin á Havbúgvanum seinastu árini, Jan Vang av Norðskála, sum verðurskipari á nýggja frystilínuskipinum.
Brimøyer bygd á Solstrand Verft í Tomrefjørðinum í Noreg í 1988. Skipið bleiv bygttil kanadiskt reiðarí og bar at byrja við navnið Atlantic Explorer. Í 1992bleiv skipið selt til New Zealands og fekk navnið Lord Auckland.
Í1999 bleiv skipið keypt til Noregs, og fekk navnið Vestliner og stutt eftir, í2000 var navnabroyting til Nordkappjenta og var tað felag í Norður-Noreg sumátti skipið.
Skipiðeitur í dag Brimøy og verður rikið av Ervik Havfiske í Sunnmøre
Frystilínuskipið er 41,30 metrar langt og 9 metrar breittog 646 bruttotons til støddar.
Skipiðlastar 270 tons av blokkfrystum fiskið. Frystikapaciteturin er tríggjirvertikal frystarar, og tvær frystitunnelir, sum íalt klára at frysta umleið 20tons um døgnið.
Frystitunnellirnarverða brúktar til at einkultfrysta stóran fisk.
Brimøy er útgjørt við Mustad autolínuskipan.
Høvuðsmotoruriner 1360 HK ella 1028 kW og av slagnum ABC 6 MDZ.
Norska frystilínuskipið Urvaag ið herfyri bleiv keypt til Klaksvíkar,nú Klakkur, er systurskip hjá Brimøy, Klakkur er tó longdur við áleið 4 metrum.
??tlanin er at skipið skal bera navnið EIVIND, eftir navnaframa EivindGudmundsen, sum eisini er pápi reiðaran á nýggja skipinum.
Eivind Gudmundsen, sum andaðist á sumri 2013, var einav undangongumonnum, tá stállínuskipini byrjaðu at koma til landið seinast í50unum og fyrst í 60unum. Og gekk hann á odda tá nýggja stállínuskipið Venusbleiv bygt á norsku skipasmiðjuni LølandMotorverkstad í Leirvik í Sogn í 1961.
Eivindvar maskinmeistari og stóð við byggieftirlitinum tá Venus bleiv bygdur. Ogfylgdi Venus allan vegin bæði sum maskinmeistari, seinni reiðari og til seinastsum parteigari, tá yngri kreftir tóku við.
Sostattsá hann eitt og sama skip, Venus VA51,fáa kjølin strektan á Løland skipasmiðjuni í Noreg, vera rikið í ymsum vinnum,fyrst við línu, síðan við gørnum, eitt stutt tíðarskeið í oljuvinnu, og aftur við línu, fyri síðan at síggja samaskip bliva upphøgt 50 ár seinni, á Skálaí 2011.
Vitynskja reiðarí og manning góða eydnu og gott fiskarí við nýggja skipinum.
Kelda vagaskip.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald