2013-11-12 02:41
Almenn framløga av bókini - VÁGA SAMFERÐSLUS??GA - var í Vága floghavn í kvøld.
Heilt nógv fólk høvdu leitað sær í terminalin á flogvøllinum. Tað var eisini ein sera hugnalig løta, har fyrst borgmeistarnir í oynni førdu fram røður. Rithøvundarnir greiddu frá arbeiðinum at skriva bókina. Fyrstu 4 bøkurnar vórðu lætnar til Lars Larsen í Tórshavn, Alfred Olsen í Vestmanna, Hassa Hansen í Miðvági og Finnboga Niclasen í Sørvági.
Vágakórið setti sín dám á løtuna.
Kaffi og køkur vórðu boðin.
Nógvar bøkur vórðu seldar og signeraðar av høvundunum.
Bókin er eitt stórverk við 480 bls. og við meira enn 400 myndum. Bókin kostar kr. 395,-
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald