2013-11-07 04:16
Nýggj bók, sum Heini F. Petersen og Dánjal Poulsen hava savnað og skrivað, kemur í bókabúðirnar 12. november 2013.
Skrivað er um samferðslu fyrr og nú, um bygdirnar í Vágum og um Mykines, um siglingina um Vágafjørð og Vestmannasund.
Eisini er skrivað um, tá ið Vágatunnilin kom, og um flogvøllin og flogferðsluna.
Bókin er 480 bls. við 400 myndum.
Almenn framløga verður í Vága floghavn mánakvøldið 11. nov. kl. 19.30.
Høvi verður at ogna sær bókina signeraða.
Vágakórið syngur - kaffi og køkur verða boðin.
??ll eru vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald