2015-01-23 14:00

Í fjør var heldur minni bygging í Vága kommunu, enn hvat tað hevur verið undanfarin ár.
Húsini á myndini, sum verða bygd Norði á Heiðum í Miðvági, vóru reist í gjár, tað er Hjalmar Reynstind, sum byggir sær nýggj hús Norði á Heiðum, Hjalmar hevði eini størri hús í Miðvági, sum hann hevur selt og byggir sær nú eini minni hús Norði á Heiðum.
Nøkur hús vórðu bygd í Miðvági í fjør, í Sandavági var bara eitt hús bygt, ímeðan eingin byggin hevur verið á Vatnsoyrum í fleiri ár. Sum skilst - arbeiðir kommunan við nýggjum útstykkingum í Miðvági og Sandavági, kommunan hevur eisini í fleiri ár arbeitt við eini nýggjari útstykking á Vatnsoyrum, men hvussu tað gongst, vita vit ikki í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald