Vinna

Vága kommuna søkir eftir fólki til matgerð í dagstovninum Sóljugarði í Sandavági

...

2020-07-06 14:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vága kommuna søkir eftir einum fólki til matgerð í Sóljugarði, í Sandavági, at byrja 10. august 2020.

Talan er um parttíðarstarv á 30 tímar um vikuna. Arbeiðsdagurin er ímillum kl. 9:00 og kl. 15:00.

Um okkum

Sóljugarður er dagstovnur hjá Vága kommunu, sum liggur í Sandavági. Í Sóljugarði ganga 90 børn.

Starvið

Talan er um eitt nýtt starv og arbeiðsuppgávan verður, at standa fyri innkeypi, at leggja matarætlan til rættis, at gera millummálan kláran til seinnapartin og matgera breyð við viðskera ein dag um vikuna. Harafturat fevnir arbeiði um reingerð av og at halda køkin og at matgera við serlig høvi.

Vit ynskja av tær

  • At tú hevur góð samstarvsevnir, og kann arbeiða sjálvstøðugt.
  • Fleksibul og tolir broytingar í starvinum.
  • Røkin og arbeiðssamur.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Umsókn og nærri upplýsingar

Umsókn saman við prógvum, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og møguligum viðmælum, skal sendast við telduposti til [email protected] ella við vanligum posti til:

Vága kommuna

Hammershaimbsvegur 1

360 Sandavágur

Ynskir tú meira kunning um starvið, kanst tú seta teg í samband við Helenu Skarðenni, leiðara, á teldupost: [email protected] ella við at ringja á tlf.: +298 794456.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 20.07.2020 kl. 12:00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder