JN

Vága Kommuna: Kirkjuráðsval 5. november 2013

...

2013-10-29 21:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Kirkjuráðsval verður týsdagin 5. november 2013.

Í Miðvági verður atkvøtt í forkirkjuni í Miðvágs kirkju, og í Sandavági, á kommunuskrivstovuni í Sandavági. Valhølini eru opin frá kl. 10.00 til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður og heimaval:
Veljarar, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð, til og við mánadegnum 4. november 2013.
Brævatkvøður skulu verða valstýrinum í hendi, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar valdagin.

Veljarar, sum vegna sjúku,ella vantandi førleika, ikki eru førir fyri at møta á valstaðnum, kunnu velja heima, við at boða frá hesum hjá: í Miðvági, hjá Richard H. Johansen, tlf. 213785, og í Sandavági hjá Eydnu Gregersen, tlf. 282378, í seinasta lagið sunnudagin 3. november 2013 kl. 12.00.

Valkort:
Valkort eru send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Veljari, ið ikki hevur fingið valkort, ella hevur fingið valkort við villum í, verður biðin um at venda sær til Kommunuskrivstovuna, tlf. 344400, sum skjótast.

Valkortið skal havast við á valstaðið.

Valevnislistin fyri Miðvág:

Frívør Ellefsen

Kaj Egon Fagraberg

Dánjal Joensen

Jón Eirik Joensen

Mads Karlo Joensen

Katrin Jørgensen

Michael Mikkelsen

Randi Reinhold Niclasen

Annbritt Tofegaard.

Valevnislistin fyri Sandavág:

Eydna Anita Gregersen

Malan Gudmundsen

Belinda Johansen

Lisa Sofía Jóhannesdóttir

Arndal á Mýrini

Petur Elias Nielsen

Heini Frits Petersen

Albert Marni Thomassen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder