2013-12-09 18:58
Fíggjarætlanin hjá Vága kommunu er nú samtykt.
Skattaprosentið verður óbroytt 23 %, meðan barnafrádrátturin hækkar við kr. 500,- til kr. 4.500.
Inntøkurnar verða mettar til | kr. | 55.429.529 |
Raksturin verður | kr. | 45.285.038 |
Løgurnar verða | kr. | 8.100.000 |
Hóast stórar fíggjarligar avbjóðingar, nú nýggjur skúli verður bygdur, valdi kommunustýri at lívga um barnafamiljurnar, við at hækka barnafrádráttin. Hækkingin er ikki stór, men allur bati bøtr, og verður fíggjarligt rásarúm, er ætlanin at lívga enn meir um barnafamiljurnar komandi árini, skrivar kommunan á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald