JN

Vága kommuna broytir mannagongd í sambandi við grindabýti

...

2019-11-01 07:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Á býráðsfundinum hjá Vága kommunu mánadagin var samtykt, at mannagond í sambandi við grindabýti verður broytt.

Tað var tann 1. mai í ár, at Jens Gaardlykke legði uppskot fyri býráði, um at fáa broytt býti og hagreiðing av heimapørtum tá ið grind verður býtt í kommununi.

Í uppskotinum stóð:
a. eina skipan, har hvalirnir, sum eru býttir til heimapart, vera lagdir burturfrá restini av hvalinum, á keiini, har býlingsfólk so kunnu finna sín heimapart ella gjørt sum fyrr, tá býlingsmennirnir skóru upp saman, og síðani koyrdu part út til gomul og óhjálpin.
b. eina skipan ("gamla skipanin") har hvalir vera lagdir í ymisku økini í bygdini at skera upp."

Viðmælt var at gera eina skipan, har hvalir til heimapartar vera lagdir út á Bakka í ávikavist Sandavági og Miðvági, burturfrá hvalum, býttir til drápspartar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder