2013-12-19 18:42
Nú jólini nærkast, ynskir Vága kommuna at veita sínum borgarum, ið lesa uttanlands, eina eyka tænastu.
Vitandi at nógv úr Vága kommunu, ið lesa uttanlands, koma heim at halda jólafrí, ynskir Vága kommuna at bjóða teimum hølir, har tey kunnu lesa, skriva uppgávur og annars fyrireika seg til próvtøkur, sum ofta eru í januar mánað.
Hølini, talan er um, eru á loftinum í kommunuskrivstovuni á Hammershaimbsvegi 1 í Sandavági. Har eru skúlastovur, ein køkur og internet, sum lesandi kunnu gera brúk av, tá tað passar teimum best. Við at venda sær til Vága kommunu, fær tann lesandi útflýggjaðan ein lykil til hølini.
Hetta er ein ókeypis tænasta, og fólk, ið lesa í Føroyum ella fjarlestur, eru eisini vælkomin at gera brúk av hesi tænastu, um tey hava tørv á tí.
Vága Kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald