2014-05-06 02:53

Borgarstjórin í Vága kommunu Rósa Samuelsen og formaðurin í teknisku nevnd Johannes Ellefsen, hava í dag verið fundi við Almannamálaráðið um samstarv. Vága kommuna ynskir ein virknan leiklut og vil samstarva um at veita lendi til bústaðir og virknistilboð, til fólk við serligum avbjóðingum. Í dag er samstarv um hølir, so til ber at hava tilboð til fólk við serligum avbjóðingum í Vágum, hetta tilboð ynskir kommunustýrið at víðka. Kelda: Vága kommuna |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald