![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Vága Floghavn søkir eftir einum starvsfólki til fast starv við royndartíð til trygdareftirlitið og reingerðina í Vága Floghavn, at byrja skjótast til ber. Arbeiðsøkið er innan trygdareftirlit og reingerð, Starvsfólk kunnu eisini fáa álagdar aðrar uppgávur.
Arbeiðstíðir:
Arbeitt verður allar dagar í viku og dagurin er í stóran mun tillagaður eftir flúgvingini.
Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 8:00 og 16:00, men neyðugt kann eisini verða at arbeiða uttanfyri hesar tíðir, um flúgvingin ger tað neyðugt - serliga í sambandi við summarflúgving og hátiðir. Arbeiðsdagarnir kunnu tí vera longri enn 8 tímar ??? serliga á sumri.
Tá arbeitt verður í vikuskiftinum, fella frídagar vanligar gerandisdagar.
Trygdareftirlitsarbeiði:
Starvsfólkið kemur at verða partur av toyminum, sum hevur trygdareftirlitið (Security) á flogvøllinum um hendi. Arbeitt verður eftir eini vaktarskipan. Serlig útbúgving og trygdargóðkenning krevst til at arbeiða í trygdareftirlitinum. Vága Floghavn fyriskipar og rindar fyri útbúgvingina.
Reingerðararbeiði:
Starvsfólkið kemur eisini at verða partur av toyminum, sum hevur vasking/reingerð um hendi í bygningunum á flogvøllinum. Arbeitt verður eftir eini vaski- og vaktarskipan.
Royndartíð:
Starvið verður sett við royndartíð á 3 mánaðir frá tí at kravda útbúgvingin innan trygdareftirlitsarbeiði er lokin.
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Arbeiðsgevarafelag Føroya um tímalønt starvsfólk. Um sáttmáli verður gjørdur í setanarskeiðnum, um mánaðarlønt starv, skal umsøkjarin tola tilsvarandi broytingar í setanartreytunum.
Serligar treytir:
Ein treyt fyri at arbeiða hjá Vága Floghavn er, at viðkomandi fær kravda trygdargóðkenning frá løgregluni, og hevur reina revsiváttan.
Umsóknarfreist:
Umsóknir skulu vera Vága Floghavn í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 28. mai 2021, kl. 12.00.
Umsókn:
Umsókn, saman við prógvum, viðmælum og við lýsing av møguligum royndum, skal sendast til:
Vága Floghavn
Flogvøllurin 6
380 Sørvágur
ella t-post: [email protected]
Arbeiðsgevarin tilskilar sær rætt til at velja frítt millum umsøkjararnar.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Jákup Egholm Hansen, flogvallarleiðari, ella Andrass Jensen, trygdarleiðara, á telefon 354400 ella við at senda ein teldupost til [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald