2013-12-05 17:35
Hóast vøksturin í ferðafólkatalinum hevur verið avtakandi seinastu mánanir, so væntar Vága Floghavn, at ferðafólkamet verður sett í 2013.
Í oktobur vóru færri ferðafólk á flogvøllinum enn í oktobur 2012, men vøkstur var aftur í novembur. Í novembur var vøksturin 2.4%. Higartil hava 220.874 fólk ferðast umvegis Vága Floghavn; hetta er 9741 fleiri enn í 2012.
Vøkstur hóast onga óljuflúgving
???Vit fegnast um, at tað hevur eydnast Atlantic Airways, føroyskari ferðavinnu og vinnu annars at skapa framgongd hóast, at ongin óljuflúgving er í 2013. ??ljuflúgvingin ávirkaði tølini við gott 3% rætta vegin í 2012 ???, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.
Danmark veksur
Tølini hjá Vága Floghavn vísa annars, at Danmark framhaldandi er nógv størsti avtakari av ferðafólkum, ímeðan Ísland liggur nummar tvey. Síðani koma Noreg og Bretland. Áhugavert er at býta merki í at tað sær út til at ein lítil framgongd er at hóma í Bretlandi, ímeðan ein lítil minking er í ferðafólkum til Noregs. Hetta seinna hongur helst saman við, at ongin óljuflúgving er í 2013. ??ljuflúgving verður væntandi aftur í 2014.
???Tað sær ikki út til at nýggju beinleiðis ruturnar til Barcelona og Milano hava tikið nakað frá høvuðsleiðini til Danmarkar. Tær hava gjørt tað nógv meira ómakaleyst hjá føroyskum familjum at ferðast beinleiðis suður í hitan ??? hitan sum nú bert liggur 3 tímar úr Vágum. Tað er avgjørt vorðið bíligari at ferðast suðureftir í há-árstíð???, staðfestir Jákup Sverri Kass.
Arbeiðið uppá nýggju farstøðina og tænastubygningarnir gongur væl
Byggingin av nýggjari farstøð, tænastubygningi og anleggi gongur væl. Nýggja forplássið er tikið í brúk, tænastubygningurin er innilokaður, og meginparturin av avskildringini er liðug.
Farstøðin er reist, trapezplaturnar eru lagdar á, og fasadan móti airside er sett upp. Glasið kemur til landið ein av komandi døgunum og ísetanin byrjar beinanvegin. So skjótt veðrið verður til tað, verður takdúkur lagdur á farstøðina, og tá kann stoypingin av gólvinum byrja av álvara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald