Bjørn-Erik Stabell frá Norges Sjømatråd væntar, at eftirspurningurin eftir laksi fer at økjast komandi árini. - Vit rokna við, vøksturin í eftirspurninginum komandi 15 árini fer at vera størri enn undanfarnu 15 árini, segði Stabell á Havbrukskonferensen í Noregi í síðstu viku.
2013 hevur verið eitt gott ár hjá laksaalarum, og tað verður møguliga tað besta nakrantíð. Nýtslan av laksi er økt munandi, tí at framleiðarar hava gjørt laks lættan at matgera, og laksur er tann fiskurin, sum fólk oftast hava í huganum, tá tey vilja hava fisk, vísti Bjørn-Erik Stabell á.
- Laksur hevur fingið eina serliga støðu á marknaðinum, tí at nógv fólk velja laks framum onnur fiskasløg. Tí hevur laksur eisini eina bjarta framtíð fyri framman, sigur Bjørn-Erik Stabell.
Hann væntar, at vøksturin í eftirspurninginum fer at halda fram komandi árini.
- Eftirspurningurin eftir laksi fer at økjast meira komandi 15 árini, enn hann hevur gjørt seinastu 15 árini. Vit vænta tí, at alivinnan hevur møguleika at vaksa enn meira, men tað fer at seta sera stór krøv til okkum sum vinna, segði Stabell.
Hann ávaraði samstundis um, at framtíðarútlitini bert eru góð, um vinnan megnar at gera tær røttu fyrireikingarnar og at taka tær røttu avgerðirnar nú.
Stabell vísti á nakrar orsøkir til, at eftirspurningurin fer at økjast komandi árini. Ein týðandi orsøk er tann vaksandi miðalklassin.
- Tann vaksandi miðalklassin kring heimin er ein týðandi orsøk til øktan eftirspurning. Tá fólk hava ráð, vilja tey fegin vísa tað við at keypa laks, segði Stabell.
Kelda: Kyst.no og vinnuhusid.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald