Vinna

Vælvitjað aliráðstevna seinasta fríggjadag

...

2014-02-24 19:30 Author image
placeholder

Fríggjadagin vóru fleiri enn 300 fólk til aliráðstevnu, sum Havbúnaðarfelagið skipaði fyri á Hotel Føroyum.

Aftur í ár var skipað fyri aliráðstevnu á Hotel Føroyum, og fleiri enn 300 fólk vóru til ráðstevnuna hesuferð.

Fyrilestrarnir snúðu seg um fleiri ymisk evni so sum marknaðarviðurskifti, aling av stórum smolti, fiskaheilsustøðuna, AGD-støðuna í Noregi, lúsaniðurberjing, ávirkan á laksin av ymsum fóðursløgum, ávirkan av laksi á fólkaheilsu og atferð hjá laksi í hørðum ráki.

Í ár vóru eisini luttakarar úr Íslandi, Noregi, Danmark og Skotlandi, sum vóru komnir til ráðstevnuna.


Besta smoltstøð og besta alibrúk vóru eisini kosin.

Marknaðarstøðan í alivinnuna
Í 2013 hevur laksaprísurin verið høgur í mun til undanfarin ár, meðan framleiðslan hevur verið støðug. Hetta hevur merkt, at rakstrarúrslitini hjá alifyritøkum sum heild hava verið góð. Tað segði Jan Petter Kosmo frá Kontali Analyse á Aliráðstevnuni fríggjadagin.

Víst varð á, at prísgongdin á laksi í 2012 og 2013, sæð í mun til hvussu nógvur laksur er komin á marknaðin, ikki hevur fylgt vanligu gongdini síðani 2000, og kunnu seinastu tvey árini sostatt metast at verða undantakið.

Somuleiðis eru nýggir marknaðir við stórum eftirspurningi at hóma, har tað serliga er talan um vakstrarmarknaðirnir Brasil og Kina, men eisini í USA er eftirspurningurin vaksin munandi.

Jan Petter Kosmo staðfesti, at Føroyar fáa í miðal ein betri prís fyri laks enn onnur lond. Hetta stendst av, at føroyski laksurin er heldur størri, tá hann verður útfluttur, og at betri prísur fæst fyri størri fisk. Somuleiðis varð víst á, at føroyska framleiðslan av laksi gevur betri úrslit tí munandi minni felli er í framleiðsluni í Føroyum.

Um hugt verður eftir teimum mongu lyklatølum í laksaframleiðsluni staðfestir Jan Petter Kosmo, at Føroyar sum heild er sera produktiv samanborðið við Noreg, Kili, Bretland og USA.

Marknaðarútlit

Jan Petter Kosmo frá Kontali Analyse metir, at laksaprísurin helst verður á góðari leið í 2014. Men havast má í huga, at góði prísurin eggjar til størri útboð, og hetta kann seta prísin undir trýst.

Møguleikarnar fyri øktari framleiðslu í heiminum eru sera ymisk í teimum londunum, ið framleiða laks.

Í Noregi hevur norska stjórnin givið ábendingar um, at broytingar møguliga verða gjørdar í MTB (maksimum total biomasse), og kann hetta merkja størri vøsktur í framleiðsluni í Noregi. Í Føroyum eru avmarkaðir møguleikar fyri vøkstri í løtuni, og tí er lítil møguleiki fyri stórum vøkstri í Føroyum.

Russland og Ísland ynskja at økja um sína framleiðslu av laksi, men kaldi sjógvurin í hesum londunum forðar góðum vøkstri. Í Írlandi, Skotlandi og USA arbeiða umhvørvisfelagsskapir ímóti øktari aling.

Tað er nógv, ið bendir á, at prísvøksturin, vit hava sæð í 2013, ikki heldur fram í 2014. Kontali metir, at prísurin í besta føri fer at standa í stað ella møguliga fella nakað.

Fyrilesturin hjá Jan Petter Kosmo liggur her.


Aliráðstevnan 2014


Góðan morgun øll somul,

 

Á lívsleið okkara eru tað løtur, sum veruliga seta seg. Løtur, har tú ert serliga errin. Løtur, har tú hugsar ???wow???, vit standa okkum millum tey allar bestu. Ella løtur, har tú innantanna staðfestir, at vit eftir øllum at døma eru á rættari kós.

 

Fyri nøkrum mánaðum síðani upplivdi eg eina slíka løtu.

 

Eg varð boðin út á matstovuna Le Bernardin á Manhattan í New York. Matstovan var fleiri ár á rað kosin at vera tann besta.

Á matstovuni hetta kvøldið fingu vit laks, fyrstafloks føroyskan laks. Á heimsins bestu matstovum mást tú hava heimsins bestu rávøru. Og bestu rávøruna fekk matstovan úr Føroyum.

 

Eg havi sjáldan verið meira errin enn hetta kvøldið, tá eg sjálvur fekk sjón fyri søgn, at borðreitt verður við okkara laksi á fremstu matstovunum í New York. Jú, føroysk alivinna er í heimsflokki. Tykkara dugnasemi, dygd og dirvi setur Føroyar á heimskortið.

 

Men tað hevur tó ikki altíð gingið eftir vild.

 

???ILA var ein harður, men kanska neyðugur lærdómur fyri føroysku alivinnuna???.
 

Hesi orðini standa í bókini ???Ringar í sjónum???, sum Havbúnaðarfelagið gav út fyri nøkrum árum síðani.

 

Hesin setningur er aftur háaktuellur, nú ILA smittan aftur er staðfest í einum alibrúki. Harði lærdómurin er nú okkara trygdarnet. Trygdarnetið, ið vónandi forðar fyri, at vit koma í somu støðu, sum vit vóru í árini eftir aldarskiftið. Hesi árini misti vinnan omanfyri eina milliard krónur.
 

Sjúka er størsti vandin fyri alivinnuna, og tí má sjúkufyribyrgingin raðfestast fremst. Tað prógvar fortíðin og lærdómurin fyrst í øldini.

 

Almenna regluverkið er nú okkara brimgarður, sum skal verja ímóti smittandi sjúkum, og hetta regluverk er í heimsflokki. Vit bastu ILA fyrimyndarliga, ja so væl, at onnur lond vilja læra av okkum. Tað gera vit vónandi aftur hesaferð.

 

Seinastu árini hava yvirskriftirnar um okkara alivinnu bara peikað ein veg: Uppeftir. Føroyska alivinnan mennist støðugt og telist nú millum fremstu alivinnur í heiminum. Framgongdin er grundað á dugnasemi hjá starvsfólkunum í vinnuni, skilagott lógarverk og okkara góðu náttúrugivnu umstøður at ala.

 

Alivinnan útflytir fyri góðar tvær milliardir krónur og er nú okkara størsta einstaka útflutningsvøra. 
 

Nógv er broytt síðani eg fyri 20-25 árum síðani var fiskaseljari hjá Fiskasøluni. Tá vóru omanfyri 60 alarar í Føroyum, og alivinnan varð stýrd politiskt við heilt øðrum og ofta óviðkomandi atlitum.

 

Tíbetur eru vit farin burtur frá hesum, og alivinnan verður nú rikin fyrst og fremst sum ein verulig vinna.

 

Tá droymdi eg ikki um, at vit skuldu fáa eina so professionella og burðardygga aling í Føroyum, og eg vóni, at hetta heldur fram langt inn í framtíðina.

 

Sum tit vita so væl, er vandi í hvørjari vælferð. Tí er tað týdningarmikið at hava hesa leiðreglu: Betri fyrivarin, enn eftirsnarin.

 

??tlitini hjá føroysku alivinnuni at vaksa enn meira eru avgjørt til staðar. Eftirspurningurin eftir alifiski økist alsamt. Seinastu 20 árini er samlaða framleiðslan av aldum fiski í heiminum vaksin við rúkandi ferð. Kortini er prísurin framvegis høgur, tí at eftirspurningurin eftir øllum at døma eisini økist.

 

Framgongdin tykist ikki at steðga. Heimsbankin væntar, at alivinnan verður ein týðandi liður í at tryggja heimsins íbúgvum heilsugóðan mat nógv ár framyvir.

 

Ein nýggj frágreiðing sigur, at í 2030 fara 2/3 av øllum sjómati at koma úr alivinnuni. Samstundis verður væntað, at alivinnan fer samanlagt nærum at tvífaldast fram til 2030. Positivu útlitini eru spennandi og avbjóðandi.

 

Nú verður roynt at ala í streymhørðum aliøkjum og á opnum havi. At framleiða alifisk á landi er eisini ein møguleiki, ið verður troyttur aðrastaðni.

 

Kappingin um alifiskin er hørð. Afturat hørðu kappingini við Noreg og Kili, ætlar ES veruliga at spenna seg út. Við nýggja felags fiskivinnupolitikkinum er peningur markaður til alivinnuna við tí í hyggju at betra um kappingarførið hjá vinnuni.

 

Í ES halda tey, at alivinnan hevur stórar vakstrarmøguleikar, og at alivinnan er ein týðandi partur av loysnini fyri at gera ES meira sjálvberandi, tá tað snýr seg um burðardyggan sjómat.

 

Eg havi onga orsøk til at halda, at tit ikki klára kappingina og broyttu umstøðurnar komandi árini. Tað hava tit víst í ólukkumát seinastu árini. 
 

Aliráðstevnan er dagurin hjá tykkum, sum eru í alivinnuni, og eg fari at enda at ynskja tykkum eina góða aliráðstevnu. Somuleiðis fari eg at ynskja tykkum blíðan byrð og hepna hond við arbeiðinum.

 

Takk fyri!


Kaj Leo Holm Johannesen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder