2014-07-10 01:45
Í gjár, 8. juli 2014 var væleydnað tiltak fyri privatar arbeiðsgevarar úr Vágunum og Norðstreymi um rúmligan arbeiðsmarknað.
Endamálið við tiltakinum hevur verið at tosa við arbeiðsgevarar kring landið um møguleikar og avbjóðingar á føroyska arbeiðsmarknaðinum anno 2014, í teirri vón at báðir partar kunnu verða við til at lyfta uppgávuna.
Annika Olsen, landsstýriskvinna segði frá, hví tað er so umráðandi gera átøk soleiðis at arbeiðsmarknaðurin verður fyri øll, og at fyribyrgja at fólk enda uttanfyri arbeiðsmarknaðin med alla.
Jóhan á Mýrini, stjóri í H-Dygd tosaði um, hvussu H-Dygd tekur sosiala ábyrgd. Og Georg Suðurgarð, starvsfólkastjóri á Atlantic Airways greiddi frá, hvussu Atlantic handfara støður við sjúkrafráveru og skapa trivnað.
Hallur Thomsen, menningardepilsstjóri á Almannaverkinum kunnaði um lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum kom í gildið 1. januar 2013. Átøkini í lógini eru átøk málrættað í mun til arbeiðsloysi, at fyribyrgja at fólk missa tilknýti til arbeiðsmarknaðin, at fasthalda fólk í arbeiði og at integrerað fólk, ið ikki hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin.
???At fáa høvi at greiða frá um lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk, og hoyra um royndirnar hjá arbeiðsgevarum, og hvørja avbjóðingar og møguleikar teir síggja, hevur verið ógvuliga gevandi, ikki minst fyri meg og mína umsiting.,??? sigur Annika Olsen landsstýriskvinna.
???Nú nýggja lógin er komin í gildi, er mín eyðmjúka áheitan á arbeiðsgevarar kring landi vera við til at taka eitt tak soleiðis, at vit, tá alt kemur til alt, fáa eitt betri samfelag. Bæði fyri hin einstaka ??? sum verður ein virkin partur av samfelagnum ??? men ikki minst fyri at tryggja, at vit hava ráð at hava eitt gott samfelag fyri øll,??? sigur landsstýriskvinnan at enda.
Hetta var fjórða og seinasta tiltakið av sínum slag, sum Almannamálaráðið saman við Vinnuhúsinum, hevur skipað fyri. Fyrsta tiltakið var í Suðuroy, síðan var eitt tiltak fyri arbeiðsgevarar í Eysturoynni og Norðoyggjum, triðja var í Havn og hetta seinasta var í Hósvík, har P/F Thor var vertur.
les røðuna hjá landsstýriskvinnuni her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald